Kanning fyrir MRSA

Vit skriva til tygum fyri at siga frá at allir sjúklingar ið skula í viðgerð á Landspítalinum í Íslandi skulu kannast fyri eina bakteriu ið hevur heitið MRSA. 

Fyri at tryggja, at Landspítali fær kanningarúrslitini í góðari tíð, heita vit á tygum um, at fara til komunulækna at blíva potað. Potingarnar  verða gjørdar við vattpinnum í næsagluggunum, svølginum, aftanfyri kynsgøgnini og frá eksemi, um tygum hava tað. Er okkurt ólekt sár, verður potað frá tí eisini.

Kommunulæknarnir eru kunnaðir um mannagongdina, so tað er nóg mikið, at tygum upplýsa fyri læknanum, at tit skulu kannast fyri MRSA, tí at tygum skulu í viðgerð á Landspítalinum í Íslandi.

Um tygum eru í ambulantari viðgerð, verða potingarnar gjørdar í ambulatoriinum. 

MRSA eru stafylokokkar, ið hava mótstøðuføri fyri tí antibiotikanum, ið vanliga verður brúkt til  viðgerð av bruna, ið stavar frá stafylokokkum. MRSA er sera sjáldsom bæði í Íslandi og í Føroyum, og tað er just fyri at forða, at hon verður spjadd, at íslendsku heilsumydugleikarnir krevja, at fólk verða potað.

Tað er lítið hugsandi, at tygum hava hesa bakteriuna, men skuldi tað víst seg, er hon løtt at týna, men avleiðingin kann verða, at viðgerðin á Landspítalinum verður útsett nakað.