Søguligt yvirlit um Landspitalin

 

Landspítali Hringbraut

Í juni 1926 varð grundarsteinurin lagdur til sjúkrahúsið (Landspitalin) í Reykjavík, og var bygningurin liðugur 20. desember 1930. Tað var Guðjón Samúelson byggimeistari, ið teknaði og stóð fyri byggingini. Tað tók umleið 4 ár til tað stó liðugt. Í fyrstuni vóru bert tvær deildir, skurð- og heiliráðdeild . Tá ið sjúkrahúsið byrjaði sítt virksemi í 1931 vóru bert 92 seingjarpláss, 46 pláss á skurðdeildini og 46 pláss á heilliráðdeildini. 12 av hesum seingjarplássum vóru nýtt til barnakonur.

Í  ár 2000 vóru Landspítalin og sjúkrahúsini í Reykjavík samanløgd í eitt meginsjúkrahús, Landspítalin.

Landspitalið er frálærusjúkrahús, og lesandi í sjúkrarøkt fáa ein part av læru síni í har. Lesandi taka lut í dagligu viðgerðini av sjúklingum, og eru altíð undir ábyrgd og fáa vegleiðing frá leiðbeinara sínum. Landspítalin er, við umleið 682 seingjarplássum og við sínum 4.500 starvsfólkum, størsta einstaka arbeiðspláss í landinum.

Landspítalin hjá lærda háskúlanum er eitt vælvirkandi og nútímans sjúkrahús, ið tekur ímóti sjúklingum úr øllum Íslandi. Ein stórur partur av virkseminum er á  Landspítalinum við Hringbraut og Landspítalinum í Fossvogi. Harumframt eru 15 starvsøki aðra staðni í Reykjavík. Arbeitt verður fyri løtuni við at leggja saman bráðøkið og rannsóknarøkið í nýggja Landspitalinum við Hringbraut. Tað eru góð útlit fyri einum nýggjum sjúkrahúsi í 2017.